Ítróttur

Hondbóltur: Sóljan skal leika í Elektrondeildini komandi kappingarár

...

2014-07-05 19:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hondbóltsfelagið Sóljan í Sandavági kemur komandi kappingarár at leika í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum - Elektrondeildini.

Í eina tíð hevur tað verið okkum greitt, at ætlanin var at sleppa við í Elektrondeildina, umsókn varð send til HSF - og sum skilst, so fyriliggur ein játtan frá HSF nú.

Tað er Morten Hust Petersen, sum í ár venur Sóljuna og hevur hann váttað tíðindini fyri okkum, eisini er avtala gjørd við málverjan Kristina Griksaite, at hon kemur at leika við Sóljuni í ár. Morten Hust Petersen segði eisini fyri løtu síðan, at arbeitt verður við, at fáa enn meira styrk til Sóljuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder