Danmark vann ein sera spennandi dyst ímóti Týsklandi í kvøld, danir tóku harvið eitt risastig at sleppa í hálvfinaluna í EM - úrslitið gjørdist 26-25 til Danmark, eftir at hálvleiksstøðan var 9-8 til Týskland.
Um dystin kann sigast, at liðini løgdu sera varliga út, tá ið 15 minuttir vóru leiktir var støðan 3-3 og í fyrra hálvleiki komu ikki meira enn 17 mál íalt.
Í seinna hálvleiki var meira futtur í, tað einu løtuna, sá út til, at Týskland fór at fara við sigrinum í kvøld, men danir svaraðu væl aftur.
Um Danmark fær eitt stig í dystinum ímóti Makedonien, so eru teir í hálvfinaluni í EM-kappingini.
Stillingen
Efter sejren ser stillingen i Danmarks mellemrunde-pulje således ud:
DANMARKS KAMPE VED EM
Gruppespil
13/1: Danmark - Ungarn: 32-25
15/1: Tjekkiet - Danmark: 28-27
17/1: Spanien - Danmark: 22-25
Mellemrunden
19/1: Slovenien-Danmark 28-31
21/1: Tyskland - Danmark
24/1: Makedonien - Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald