Ítróttur

Hondbóltur D-16: Silvur vann á gullinum

...

2014-03-30 01:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinasti dysturin í bólkinum Dreingir-16 varð í dag leiktur í Vestmanna. Dysturin var ímillum felagsliðið KÍF/VÍF og H71.

Undan dystinum var greitt, at H71 fór við gullinum og at KÍF/VÍF vann silvur í ár. Men í dag vann silvurliðið á gullliðinum.

Dysturin var javnur og spennandi, tó at KÍF/VÍF lá frammanfyri allan dystin, dysturin var væl spældur við nógvum góðum løtum, tað vóru fleiri leikarar sum vístu stórspæl og eisini vístu málmennirnir frá báðum liðunum stórspæl.

Hálvleiksstøðan var 21-18 til VÍF/KÍF, sum eisini vann dystin 34-30 - dysturin í dag var fyrsti dysturin, sum dreingirnir hjá H71 hava tapt í ár - flott avrik frá báðum pørtum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder