JN

HOLOCAUST minningarløta á ??strøm mánakvøldið

...

2014-01-24 22:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust.

Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi.

1. november 2005 samtykti ST einmælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og øll onnur fólkadráp frammanundan og síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.

1. mars 2013 svaraði Føroya løgmaður einum skrivligum fyrispurningi (nr. 37) á Løgtingi, soleiðis:

???Minnisdagar eru eitt gott høvi at varpa ljós á og skapa tilvitan um slík álvarslig viðurskifti. Tað, sum tó hevur størstan týdning, er støðug tilvitskugerð í skúlum, kirkjum, trúarsamfeløgum, mentanarstovnum, feløgum o.s.fr."

Mánakvøldið 27. januar kl. 19.30 skipar Vinafelagið Føroyar ??? Ísrael fyri minningarløtu á ??strøm í Havn.

Á skránni er sangur v/Heina Lutzen, Róland í Skorini greiðir frá um Holocaust, myndir, bókaframsýning og drekkamuður.

??ll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder