2013-09-13 15:45
Høgiklettur siglir inn við góðum 500 tonsum. Høgiklettur skal landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri um 16-17 tíðina í dag.
Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir verða liðnir tá ið Høgiklettur kemur, so Høgiklettur sleppur framat beinanvegin teir á Tvøroyri.
Í gjár leitaðu øll tey stóru skipini vestureftir, men tað var ikki tað stóra at síggja, so tey fóru aftur eystur ímóti norska markinum.
Annars verður sagt frá rusk veðri teir komandi dagarnar, tá plagar ikki nógv at koma burturúr. Okkurt av teimum stóru skipunum sigla inn - Tróndur í Gøtu kemur á Runavík um middagin, teir hava einki í lastini, men hava okkurt, sum skal umvælast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald