2014-09-10 02:33
Høgiklettur kemur á Kollafjørð í nátt við 1.100 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti frá hinum gøtuskipunum, sum eru á feltinum norðanfyri.
Slættaberg kemur á Kollafjørð í kvøld, teir byrja at landa kl. 23, so Høgiklettur sleppir ikki framat fyrrenn liðugt er at landa Slættaberg, sum hevur 850 tons.
Ein partur av tí sum Høgiklettur hevur verður landað í bilar í morgin og koyrt til Vestmanna, har tað verður arbeitt á Vestmanna Seafood.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald