2015-10-06 21:19

Høgiklettur kemur á Fuglafjørð um 17-18 tíðina í dag við 400 tonsum av makreli, sum teir skulu landað til Pelagos, men Høgiklettur sleppur ikki framat at landa fyrrenn hósmorgunin.
Høgiklettur hevur tikið ímóti frá Búgvanum/Fiskakletti og Skálafossi/Hansu Mariu - Bugvin og Fiskaklettur eru liðnir at fiska makrelkvotuna, men Skálafossur og Hansa Maria hava nakað eftir, teir liggja á feltinum og bíðja eftir til Høgiklettur kemur út aftur.
Sí mynd niðanfyri sum Jóhan Djurhuus hevur tikið av Skálafossi og Hansu Mariu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald