JN

Høgaberg kemur við makreli, sum er fiskaður í ES-sjógvi

...

2019-01-15 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg er áveg á Fuglafjørð við 950 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi - vestur úr Hetlandi.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jógvan Olsen, hann segði, at tað var góður makrelur teir hava, teir sleppa at landa tá ið Hoyvík er liðugur at landa.

Høgaberg verður nú riggaður til at fara á svartkjaftaveiðu, tað verður í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder