2021-04-18 17:10

Fyri løtu síðani kom Høgaberg á Fuglafjørð. Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi.
Høgaberg hevur fiska 2000 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. Væntandi sleppir Høgaberg framat týsdagin at landa hjá Havsbrún.
Í løtuni landar Fagraberg. Næstur teimur eigur Borgarin tørn. Tá ið liðugt er at landa Borgarin sleppir Finnur Fríði, og eftir tað sleppir Høgaberg. Tá ið liðugt er at landa Høgaberg sleppir Norðingur framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald