Ítróttur

HM Tokyo: Føroyar nr. 77 av 94

...

2014-05-13 22:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kvinnulandsliðið luttók í HM kappingini í Tokyo um mánaðarskiftið apríl/mai 2014. Henrietta Nielsen, Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir umboðaðu føroyska liðið.

Borðtennissamband Føroya hevur altjóða limaskap og er hetta eitt gott høvi hjá leikarunum at sleppa at royna seg ímóti heimsins bestu leikarum og samstundis uppliva borðtennis á hægsta støði.

Vit endaðu nr. 77 av 94 luttakandi londum og landsliðsvenjari okkara, Jan Berner, metur um úrslitið, at vit fingu, sum mest burtur úr. Han heldur ikki at vit kundu vunnið ímóti liðunum, ið endaðu frammanfyri okkum.

Í bólkaspælinum endaðu dystirnir: Føroyar-Jamaica 1-3, Føroyar-Pakistan 0-3, Føroyar-Congo 3-0, Føroyar-Guernsey 3-1. Eftir at talt varð saman endaðu vit nr. 3 í bólkinum, sum má sigast at vera framúr. Eisini stuttligt at síggja, at vit megnaðu at vinna á Guernsey, um á kvinnusíðuni á oyggjaleikunum í 2011 vóru millum tær bestu.

Eftir bólkaspælið rendu føroysku kvinnurnar seg í Sýria. Henrietta vinnur báðar dystirnar og Durita megnar at vinna 5. sett í sínum dysti sjálvt um støðan var 8-10 í avgerandi settinum. Síðani varð síðsti dystur móti Montenegro og her endaði dysturin 1-3 og her endaði kappingin fyri føroysku kvinnurnar. Henrietta vann enn ein dyst sjálvt um allir leikararnir hjá Montenegro, á pappírunum, vóru betri enn føroysku kvinnurnar.

Henrietta hevði eina góða kapping og vann 7 av 10 dystum. Durita vann 2 av 5 dystum og Anna tapti allar sínar 6 dystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder