JN

Hjúnarbandsskeiðið 7 dates í Saron

...

2014-02-03 19:18 Author image
placeholder

Kom og verð við, skeiðið byrjar 5. feb. 2014 í Meinigheitshúsinum Saron í Sandavági Tilmelding á telefon 521176/233225

Skeiði verður hesi kvøld kl 20-22:

5. feb, 19. feb, 5. mars, 19. mars, 2. apr, 30. apr og 14. mai



"7 Dates"
Heimamissiónin skipar aftur í vár fyri tiltaki fyri hjún undir heitinum: "7 dates" - tí hjúnalagið er ætlað at vara alt lívið. Tiltakið, sum varð skipað ymsastaðni í landinum, fekk góða undirtøku, og verður skipað fyri tí aftur komandi vár.

Endamálið við ???7 dates???
Fyri at stimbra hjúnalagið, ynskir Heimamissiónin at geva pørum góð amboð til at menna ein sunnan og sterkan felagsskap gjøgnum alt lívið. Hetta er eitt tiltak, sum øll pør kunnu luttaka á og fáa ágóðan av, og sum ynskja at fáa amboð til at varðveita og uppbyggja sítt hjúnalag, ella bara seta sjey kvøld av til at hava tað hugnaligt saman sum hjún. Konseptið er væl ment, og er samansett av eini bók, leiðarabóklingi, og tekstum, sum fyriskipararnir nýta og taka støði í.

Hvussu gongur eitt slíkt kvøld fyri seg?
Í gjøgnum sjey ymiskar og viðkomandi evnistímar verður undirvíst og samtalað sum hjálp og styrkur inn í hjúnalagið. Eisini fær tað einstaka parið uppgávur og amboð at arbeiða við millum fundirnar. Ein hugnalig máltíð er eisini á skránni.

Evnini eru hesi:
Eitt gott og sterkt grundarlag
Eitt gott samskifti
Loysn á ósemju
Styrkin í fyrigeving
Familjubond
Eitt gott kynslív
Kærleikin í verki.


Tá ið ein fer til "7 dates" verður stórur dentur lagdur á, at ein er har saman við makanum hjá sær og ikki í einum stórum felagskapi. Tí sita hjúnini fyri seg sjálv, og tá uppgávur verða loystar, er altíð tónleikur frá, so tað ikki hoyrist millum borðini. Tað, sum hjúnini tosa um, og sum tey skriva í uppgávubóklingin, er bara millum tey bæði og verður ongantíð lagt fram ella spurt inn til.

Væl ber til at koyra ímillum bygdir, so øll hava møguleika at tekna seg á einum av hesum støðum. Byrjað verður í februar 2014, nærri tíð og stað fæst við at ringja til leiðarapørini.


Prísur: 800 krónur fyri parið, íroknað er tilfar og matur.

Hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder