Ítróttur

Hjartaliga til lukku og bestu eydnu

...

2014-09-03 18:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góði Pál

Tað sum fyri fáum árum síðani var óhugsandi ??? at ein føroyingur ikki bert kom í finaluna í altjóða kapping, men eisini tók heiðursmerki, hevur tú gjørt til eitt afturvendandi fyribrigdi, har fólk savnast í føroysku heimunum at síggja teg svimja.

Um vit spola 6 ár aftur, sóu vit teg vinna trý gullheiðursmerki í evropeisku meistarakappingini fyri juniorar í Beograd. Vit vóru bergtikin av hesum bragdinum, og vit vóru samstundis meiri enn nøgd við hetta avrik títt.

Tú hevur tó alla tíðina havt dreymin um at røkka enn longur. Hetta hevur ført teg til olympiskar leikir, heimsmeistarakappingar og World Cup.

Seinasta avrikið hjá tær var at vinna tvey silvurheiðursmerki í evropeisku meistarakappingini í Berlin.

Tað sæst á øllum brøgdum, at tú hevur verið í einari støðugari menning. Fyri seks árum síðani vart tú ungi og bláoygdi føroyingurin, sum bjóðaði allari verðini av. Tú svam av dýrastu makt og vann.

Í kappingunum í Berlin sóu vit eina vaksnari útgávu av tær ??? ein búnan svimjara, sum kendi egna styrki og styrkina hjá hinum, og sum dugdi taktiska leikin.

Tú hevur seinnu árini bókstavliga verið flaggskipið hjá føroyskum ítrótti, og hevur borið merkið út í heim bæði við tíni luttøku á allarhægsta stigið, og ikki minst tá tá tíni avrik hava havt við sær, at merkið verður vundið á stong í samband við heiðursmerkjahandan.

Tað unnist fáum at gerast ein sonevnd ???livandi legenda??? ??? men tú Pál ert ein slík. Eins væl og altjóða svimjiheimurin undrast og fegnast um tína serligu søgu ??? frá hylinum í Vági og út í heim ??? eru sporini hjá tær týðilig í føroyskum ítrótti. Tú hevur sum fyrimynd víst føroyskum ítrótt, at vit kunnu og eiga at bjóða okkum fram á hægsat stigi. Stóru ambitiónirnar hjá tær ??? og tað miðvísa arbeiðið sum skuldi til fyri at kappast á hægsta stigi ??? birtu neistan undir úrvalsskipanini hjá ÍSF. Og í Vági leggja tey í hesum døgum seinastu hond á langhylin. Tað er av sonnum hugaligt at síggja, at arbeiðið við at røkka ítøkiligum ítróttarligum málum dregur so nógv annað við sær.

Góði Pál. Hjartaliga tillukku við avriknunum. Føroyska tjóðin fylgir væl við, hvussu tað gongst tær, og vit gleða okkum at fylgja við gongdini hetta fram móti stóra málinum ??? OL í Rio.

Bestu eydnu.

Við ítróttakvøðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder