Vinna

Hilton Garden Inn Faroe Islands letur upp í dag

...

2020-10-22 08:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er klárt at taka ímóti gestum á nýggja, altjóða hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn Faroe Islands. Hotellið  letur upp í dag, hósdagin 22. oktober 2020, kl. 12.00.  

???Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, og eg eri sera errin av at fáa eitt Hilton hotell í Føroyum.Nú gleða vit okkum at lata upp á middegi fyri gestum bæði til gisting, á matstovuni, til veitslur og til fundir ográðstevnur,??? sigur Martin Restorff, hotellstjóri. 

Í fyrsta umfari verður ongin almenn móttøka orsakað av koronu, men móttøkan verður sett á skrá, so skjóttumstøðurnar loyva tí. 

Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm ogvenjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffiog te hentleikar v.m. 

Góðar veitslu-, fundar- og ráðstevnuumstøður eru á hotellinum, sum hevur trý stór fundarhølir (OvaruHoydalar, Miðhoydalar og Niðaru Hoydalar) á niðastu hædd, sum kunnu gerast til eitt stórt høli (Hoydalar).Á fyrstu hædd eru eisini tvey smærri fundarhølir (Boðanes og Svartifossur). 

???Ymsu støddirnar á fundarhølunum og møguleikin fyri at lata upp millum tey stóru rúmini gevur nógvarymsar møguleikar, so vit kunnu ganga stórt sæð øllum ynskjum á møti líkamikið, hvussu lítil ella stórurfundurin, veitslan ella ráðstevnan skulu vera,??? greiðir Martin Restorff frá. 

Matstovan, Hallartún, og barrin hava opið hvønn dag og hava eisini opið fyri uttanhýsis gestum. Hallartúnletur upp í kvøld, hóskvøldið, kl. 18. Pláss er fyri upp til 90 gestum á matstovuni, sum er innrættað í nýmótansnorðurlendskum stíli. Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-køkinum við einføldum, men smakkríkumborðreiðingum. 

???Vit í Hilton toyminum eru spent at taka ímóti fyrstu gestunum og veita teimum eina tænastuuppliving viðaltjóða góðsku og føroyskum gestablídni,??? sigur hotellstjórin. 

Hilton Garden Inn Faroe Islands liggur væl fyri á Staravegnum í Havn við góðum útsýni oman yvir Hoydalar.Stutt er til gongu oman í miðbýin og til stóra ítróttarøkið í Gundadali. 

Longu nú ber til at bíleggja gisting á heimasíðuni hiltongardeninn.fo ella við at ringja til okkara á tlf. 41 40 00,og ert tú limur í Hilton Honors, fært tú bestu prísirnar úr 637 kr./nátt (uttan morgunmat). Tað er ókeypis atvera limur í Hilton Honors. 

Vitja hallartun.fo, um tú vilt bíleggja borð í Hallartúni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder