JN

Higartil í ár eru seldir 202 nýggir persónbilar

...

2014-02-28 22:18 Author image
placeholder

 Sambært nýggjastu hagtølunum frá Akstovuni, so er sølan av bilum er ikki økt so nógv higartil í ár í mun til í fjør.

Í januar og februar eru skrásettir 202 nýggir persónbilar, sama tíðarskeið í fjør var talið 197, t.v.s. at 5 fleiri persónbilar eru seldir í ár, sum svarar til 2,54%.

Tá ið øll sløg av akførum eru tald við, so eru 269 nýggj akfør skrásett í januar og februar í ár, í mun til 243 akfør sama tíðarskeið í fjør, tað eru 26 fleiri í ár, sum svarar til eina øking uppá 10,7%.

Sí myndina niðanfyri - yvir gongdina av nýggjum skrásettum akførum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder