2020-08-31 17:21

Alifyritøkan Hiddenfjord hevur sett sær fyri, at kanna um møguligt er at ala laks í Vestmannasundi, fyrsta kanningin verður gjørd útfyri, har Vágatunnilin er á vágalandinum.
Hiddenfjord legði í farnu viku út ein streymbrótara/ tálmara, sum møguleiki er at útbyggja, alt eftir hvussu streymviðurskiftini eru, henda fyrsta kanningin kemur at taka drúgva tíð, hvussu leingi vita teir ikki, segði stjórin Atli Gregersen við okkum á JN.fo í farnu viku.
Men verður tað møguligt at tálma streymin, so kann alingin í Vestmannasundi helst útbyggjast munandi, so tað verður sera spennandi, hvussu úrslitið verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald