Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett navn á fyrstu ellivu leikararnar, ið byrja á vøllinum ímóti Finnlandi.
Í kvøld klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í undankappingini til EM 2016.
Fyrireikingarnar í sambandi við dystin ímóti finnum hava gingið væl, og nú fáar tímar áðrenn fyrsta bríksl hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari sett navn á fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Finnlandi.
Gunnar Nielsen verður í mál, og føroysku verjuna manna Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Róaldur Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Gilli Sørensen. Frammanfyri føroyska miðvøllin verður Hallur Hansson, meðan Páll Klettskarð verður í álopinum.
Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Brandur H. Olsen, Jóhan Troest Davidsen, Bárður Hansen, Kaj Leo í Bartalstovu, Ári Mohr Jónsson, Arnbjørn Hansen, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson.
EM-undankappingardysturin ímillum Føroyar og Finnland á Tórsvølli verður bríkslaður í gongd kl. 19:45. Atgongumerki á einans 100 krónur kunnu keypast í øllum FAST-handlunum kring landið og við dyrnar (FAST í Gundadali) áðrenn dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald