Politikkur

Herða stríðið móti rúsevnum

...

2014-04-03 18:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í heilsumálum herðir stríðið móti rúsandi evnum. Seinnapartin verður fyrsta viðger í Løgtinginum av lógaruppskoti um euforiserandi evni.

- Seinnu árini eru ein streymur av nýggjum rúsandi evnum komin á marknaðin, men manglandi dagføringar í lóggávuni hava havt við sær, at løgreglan ikki hevur havt heimild at revsa fyri hesi brot. Við hesum uppskotinum verður hetta fingið í rættlag, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Reglurnar viðvíkjandi euforiserandi evnum eru ásettar í kongaligari fyriskipan og er økið danskt málsøki. Fútin og TAKS hava víst á, at síðani reglurnar vórðu settar í gildi í Føroyum, er komin ein røð av nýggjum euforiserandi evnum, men eru hesi ikki fevnd av galdandi reglum.

Henda støða hevur við sær ta óhepnu avleiðing, at tá ið løgreglan ella tollvaldið leggja hald á euforiserandi evnir, sum ikki eru fevnd av galdandi reglum, ber ikki til at revsa fyri brot á hesar.

Av tí, at talan er um danskt málsøki, er neyðugt at seta donsku reglurnar í gildi í Føroyum við

kongligari fyriskipan. Heilsumálaráðið hevur tí í longri tíð samstarva við Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse um at orða eitt uppskot til ???Anordning om ikrafttræden for

Færøerne af forskellige love om euforiserende stoffer???.

Sambært lógaruppskotinum fær lógin gildi dagin eftir hon er kunngjørd.

Heilsumálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder