FSF: Talan verður um eina drúgva kapping í Betrideildini hjá monnum 2018. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 11. mars. og ikki fyrr enn 27. oktober verður FM-steypið handað.
Um góðan hálvan annan mánað fer bólturin á rull í Betrideildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður sunnudagin 11. mars, og síðani verða fimmtan umfør á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg fríggjadagin 22. juni.
Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. ??lavsøkudystirnir í ár verða AB ??? TB/FCS/Royn, HB ??? NSÍ og B36 ??? 07 Vestur. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari vera KÍ ??? Skála og Víkingur ??? EB/Streymur.
Tó skal leggjast til merkis, at dysturin millum Víking og sundalagsmenn verður spældur 27. juni, orsaka av Champions League luttøkuni hjá føroyameistarunum. Í ár er tann broytingin, at um Víkingur ikki spælir seg víðari úr fyrsta umfari í Champions League, halda teir fram í Europa League.
Landskappingin í Betrideildini hjá monnum endar leygardagin 27. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: TB/FCS/Royn ??? 07 Vestur, Skála ??? B36, EB/Streymur ??? AB, NSÍ ??? KÍ og HB ??? Víkingur.
??ll skráin fyri Betrideildina 2018 hjá monnum sæst her:Betrideildin 2018 (menn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald