
Í sambandi við, atnúverandi kommunustjóri hjá Tvøroyrar Kommunu, Jónleyg J. Bech fer í farloyvi,søkti kommunan herfyri eftir kommunustjóra tíðaravmarkað í eitt ár. 8 umsóknirkomu inn til starvið, og býráðið samtykti á fundi týsdagin at seta Henrik WeiheJoensen í starvið fram til 1. august 2017.
Henrik WeiheJoensen er 47 ár, giftur og eigur 3 børn. Henrik er útbúgving løgfrøðingur oghevur eisini ein MA í almennari leiðslu. Henrik hevur viðkomandi leiðsluroyndirfrá Tilbúgvingarstovni Føroya og MRCC/Tórshavn Radio, umframt at hann hevurstarvast eitt tíðarskeið hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Henrik hevur seinastutíðina starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi innan trygd, verju, tilbúgving ogløgfrøði. Henrik byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald