FSF: Ein broyting er longu á landsliðsúttøkuni hjá Lars Olsen. Miðverjin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, hevur brotið hondina. Í hansara stað er Heini Vatnsdal, somuleiðis úr HB, úttikin.
Í gjár kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hvørjir teir 23 eru, sum skulu spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Landsliðsvenjarin boðaði longu tá frá, at tað møguliga fór at koma ein broyting, tí Jóhan Troest Davidsen fór av vøllinum í dag við skaða í hondini.
Tað er nú greitt, at Jóhan Troest hevur brotið hondina og skal ganga við gipsi næstu fýra til seks vikurnar, og verður tískil ikki við í hópinum til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn. Inn fyri hann er komin miðvallarin, Heini Vatnsdal. Heini misti plássið til landsdystin móti Finnlandi, men er nú við aftur.
Sí eisini: Hesar úttók Lars ímóti Norðurírlandi og Ungarn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald