2014-09-23 18:59
Heini Hanusarson og VÍF hava í dag undirskriva sáttmála um komandi kappingarár. Heini verður leikandi hjálparvenjari hjá VÍF í Atlantic Airways-deildini.
Heini er ein av royndu hondbóltleikarunum, hann hevur leikt nógv her heima, eisini hevur hann leikt nógv í fremstu donsku hondbóltskappingini. Venjarin hjá VÍF - Ingi Olsen - og Heini Hanusarson hava eisini fyri tíð síðan staðið á odda fyri venjingini hjá AA-liðnum hjá Neistanum.
Heini hevur tað seinastu tíðina verið darvaður av skaða í fótinum, men eftir tvær skurðviðgerðir, sær út til, at hann nú er klárur aftur at leika hondbólt.
Hondbóltskappingin byrjar komandi vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald