Tíðindaskriv.
Heimspremiera av filminum JOHNí Miðvági leygarkvøldið 16 november.
Í morgin hendir tað,ein vágakvinna skrivar seg inn í filmssøguna.
Julia í Kálvalíð úr Miðvági, sum hevur gingið áuniversitetinum í Tallinn og nomið sær útbúgving innan film og miðlavísund, ferat sýna sín fyrsta film. Julia er eisini fyrsti føroyingur, sum hevur tikiðprógv við lærda háskúlan í Tallinn.
Í samband við fráfaringarroyndina, hevur hon gjørt einfilm, sum er upptikin í Føroyum við føroyskum leikarum. Hetta er forvitnisligurfilmur um mann, sum býr og arbeiðir á bygd í Føroyum. Hesin maður fremurymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós. Søgan er um samband millum menniskju,sálarligar veikleikar og loynidómar.
Leygarkvøldiðhin 16 november, verður filmurin JOHN frumframførdurí Bygdaskúlanum í Miðvági. Dyrnarlata upp kl 18.00. Allar leikarar verða við til frumframførðsluna,saman við leikstjóra og hjálparfólki annars. Reyði leyparin verður rullaður útí Miðvági leygarkvøldið, so bygdafólk, og onnur, sum hava hug, kunnu verða viðtil hesa stórhending!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald