
Søkt verður eftir:
· einum fólki at at arbeiða 31 tímar aðru hvørja viku frá 1. Januar 2020
Starvið:
Starvið er á vaskarínum á Sýnini.
Vit vænta at
· tú er álítandi, fyrikomandi og arbeiðssom/samur
· tú er ein ábyrgdarfullur persónur
· tú er empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
· tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
· tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
Royndir innan vaskarí kann verða ein fyrimunur
Setanarviðurskifti
Starvið er 31 tímar aðru hvørja viku. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar um størvið
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara á tlf. 793201 ekka Adu, á tlf. 532921. Tú er eisini vælkomin at senda tín fyrispurning við telduposti til [email protected]
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 06.12.2019.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald