JN

Heimafriður savnar inn undirskriftir

...

2019-11-10 19:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv - 10. november 2019

Heimafriður savnar inn undirskriftir

Nú ein mánaður er eftir, til felagið Heimafriður hevur eitt ára stovningardag, heitir felagið á fólk um at skriva undir eina áheitan til kommunu- og landsmyndugleikar.

Við yvirskriftini, ???Latið okkum fáa Heimafrið???, heitir felagið Heimafriður á fólk um at hjálpa til við at skriva undir eina áheitan til myndugleikarnar.

Felagið Heimafriður varð stovnað 10. desember í fjør. Felagði hevur verið sera virkið og nógv er gjørt hetta árið fyri at varpa ljós á trupulleikan við gangi frá skipum.Tó vantar nógv í, tí framvegis verða fólk í Føroyum púra óneyðugt plágað av gangi frá skipum.

Heimafriður hevur á fleiri fundum við kommunur og landsmyndugleikar víst á loysnir. Tað finnast loysnir, sum ikki eru so dýrar og heldur ikki skuldi tikið so langa tíð at fingið framdar.

Undirskriftin er soljóðandi: ???Við hesari undirskrift heita vit í felag á kommunal- og landsmyndugleikar, um at finna loysnir, sum tryggja fólki Heimafrið frá gangi frá skipum. Eisini heita vit á myndugleikarnar, um at finna loysnir, sum minka mest møguligt um gangin, meðan bíðað verður eftir varandi loynsunum.???

Hjálp felagnum við at skriva undir her: https://www.wechange.dk/indsamling/undirskriftainnsavnan-til-heimafri-fr-rmiligum-gangi-og-royki-fr-skipum-710/?fbclid=IwAR1wHvr_S6PZuiA6keJR5BLqPL6gmqxhQC1BiF9BI3Ddg1-GJJ2QF4ayJNM

Heimafriður á Facebook: https://www.facebook.com/heimafridur/

Vegna felagið Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna
Tlf. 210913

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder