
Tað er stórt fokus á larm og royk ímillum fólk í dag. Nøkur halda, at tað er grenj, onnur halda, at hetta er alneyðugt, tí hetta gevur pening. Og so eru tað nøkur, sum fáa andaneyð. Tað er so ymiskt, hvussu fólk hava tað við hesum.Eg kenni væl til trupulleikan, bæði sum borgari, sjómaður og kommunalpolitikkari. Eg havi ofta gjørt mær tankar um, hvussu hesin trupulleikin kann verða loystur fyri alt landið. Loysnin er ein felags avskipingarhavn í Føroyum.Á fundi í býráðssalinum tann 6. oktobur 2018 við trimum umboðum fyri Heimafrið, varð tosað um at veita landsstreym til skip í Runavíkar havn. Ein rættuliga kostnaðarmikil verkætlan, um allar fimm høvuðshavnirnar + Kollafjørð, skulu innstallera hvør sína elskipan til skip.Persónliga haldi eg, at alt landið burdi arbeitt saman um eina felags avskipingarhavn. Tróndur ??r Gøtu fann útav, fyri meira enn 1000 árum síðani, at Skálafjørðurin var bestur til hansara bátar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald