Mánadagin og týsdagin fær Karsten Hansen, landsstýrismaður, vitjan av starvsbrøðrum sínum úr Íslandi og Grønlandi. Hetta er fyrstu ferð, at árligi fundurin millum heilsumálaráðharrar í ??tnorðri verður hildin í Tórshavn.
Tann 20. og 21. januar verður útnorður toppfundur á Hotel Føroyum, tá íslendski og grønlendski heilsumálaráðharrarnir, Kristján ??ór Júlíusson og Sten Lynge, við fylgi seta Karsten Hansen stevnu. Fundurin er tann triði av sínum slag. Grønland var vertur fyri fyrsta regluliga fundinum millum heilsumálaráðharrarnar í útnorðri í 2012.
Á fundinum verður millum annað møguleikar fyri samstarvi á fleiri økjum viðgjørdir. Ítøkiliga greiða londini frá og skifta orð um avbjóðingar og møguleikar í mun til sjúklingaflutning, útbúgving av heilsustarvsfolki, fólkaheilsu og talgilda heilsuskipanir o.ø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald