2014-01-23 18:39
Mikudagin 22. januar løgdu Maria Skaalum Petersen og Pál Weihe fram granskingarúrslit á stóru Arctic Frontiers 2014 ráðstevnuni í Tromsø. Nordic Frontiers ráðstevnan er í tveimum. Mánadagin og týsdagin var tann politiski parturin, har politikarar úr londunum um Norðurpólin skiftu orð um framtíðina hjá Arktis. Mikudagin byrjaði so vísindaligi parturin, sum m.a. snýr seg um umhvørvisviðurskifti, dálking og veðurlagsbroytingar.
Maria Skaalum Petersen, ph.d. og farmaceutur legði fram síni granskingarúrslit viðvíkjandi Parkinsons sjúku undir heitinum: Impact of diatary exposure to food contaminants and gene heterogeneities on the risk of Parkinsons disease.
Pál Weihe, yvirlækni, greiddi frá stóru minkingini í mongdini av dálkingarevnum í blóðinum hjá føroyskum kvinnum og børnum, tí tey fylgja kostráðunum. Hansara fyrilestur hevði heitið: Significant reduction in mercury and POP concentrations in pregnant women due to diatary recommendations in the Faroe Islands.
Hósdagin fer Jónrit Halling, ph.d og farmaceutur at leggja fram úrslit viðvíkjandi sáðgóðskuni hjá føroyskum monnum undir heitinum: Semen quality and reproductive hormones in Faroese men: a cross-sectional population-based study of 481 men.
Norwegian Society of Pharmacology and Toxicology hevur sín vetrarfund komandi dagarnar og har er Pál Weihe bjóðaður at halda tveir fyrilestrar. Fyrsti fyrilesturin hevur heitið: Hazardous effects of low-dose exposure to marine pollutants. Hin hevur heitið: Prenatal exposure to marine nutrients and adverse effects on the outcomes.
Granskingargrunnurin hevur fíggjað part av verkætlanunum, sum hesi úrslitini stava frá. Til ber at lesa í Stuðulsyvirlitinum um verkætlanirnar:
The influence of genetic and environmental factors on Parkinson disease in the Faroe Islands (MSP)
Sædkvaliteten hos en fødselskohorte af færøske mænd og deres fædre (JH)
Granskingargrunnurin fíggjar í løtuni fleiri verkætlanir hjá granskarunum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Neyvari upplýsingar um hesar verkætlanirnar eru eisini at finna íStuðulsyvirlitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald