JN

HEIÐURLIG MINNISL??TA Í EBENEZER

...

2013-11-15 00:17 Author image
placeholder

HEIÐURLIG MINNISL??TA Í EBENEZER

???Sangarar hvørva millum okkara!???

Á møtinum í Ebenezer týskvøldið 12. novembur, varð nýggj fløguútgáva løgd fram. Fløgan eitur ???Longur á leið,??? og tað er Árni Bech Jensen, sáli, vanliga róptur Árni Bass, sum eigur høvuðsleikin sum sangari á nýggju fløguni.

Kona Árna, Maiken, hevur havt sín stóra samarbeiðsleiklut í hesi verkætlan, og hon er í dag ógvuliga fegin um at kunna heiðra minnið eftir sín kæra mann við hesi fløguni, sum lá honum so nógv á hjarta at fáa út.

Maiken sigur, at í mong ár var tað eitt stórt ynski hjá Árna at fáa sungið nakrar sangir inn á fløgu. Hetta ynski dró út, og ikki fyrrenn álvarsom sjúka fór at melda seg hjá Árna kom gongd á.

Dreymurin gongur út

Nú ynskti hann at gera álvara av sínum fløgudreymi, og úrslitið er ein fløga við 14 sangum, sum er ein passandi blanding av sangframførslum, har Árnasa sermerkta, flotta og djúpa solobassrødd hevur høvuðsleikin. Vit hoyra Árna m.a. syngja sangin ???Longur á leið,??? sum eisini er heiti og kennislagið á fløguni. Eisini hoyra vit upptøkur frá tíðini, tá Árni sang saman við bólkinum, ???Sangbrøðrur,??? har hansara djúpa bassrødd varð landskend við sanginum ???Eg havi Kristi kærleik,??? sum er sangur nummar 9 á fløguni.

Ein elskaður sangari

Árna dámdi væl at syngja, og tí fekk hann á okkara leiðum navnið Bass, sum hefti seg við hann næstan sum eitt eftirnavn. Men umborð á missiónskipunum hjá OM fekk hann navnið ???The singing Captain.??? (Hin syngjandi Skiparin.)

Árni sigldi fleiri ár sum skipari hjá missiónsfelagskapinum OM, m.a. við Gomlu Norrønu, Logos Hope. Hvønn dag á miðdegi kunngjørdi hann frá brúnni um veður og positión, og tá var tað ikki óvanligt, at hann eisini treiv í ein enskan sang, sum við hansara djúpu rødd tónaði um alt skipið ??? manningin elskaði hesar óoffisielleu sangløturnar hjá skipara teirra, tí ikki er tað vanligt, at skiparar eru so atkomuligir, og hann varð skjótt kendur innan OM-høpið sum ???The singing Captain.???

Árni og ??ssur

??ssur Berghamar var við til hesa minnisløtu, og tað var hann, sum hevði lagt upp til eina slíka løtu. ??ssur og Árni komu báðir í Ebenezer sum ungir dreingir, og har komu teir at kennast. ??ssur hevði áhugaverda hugleiðing um Árna og fløguna.

??ssur tók soleiðis til, ???sangarar hvørva millum okkara, og Árni er ein teirra, sum farin er.??? Viðvíkjandi sangevnunum hjá Árna, segði ??ssur nakað soleiðis, ???at tað var skjótt, at leiðslan í Ebenezerkórinum hoyrdi, at drongurin hevði serstaka bassrødd, og tí kom hann, bert 15 ára gamal, í kórið, har hann alt sítt lív gav Ebenezerkórinum eina serliga fyllu við sínum djúpa bassi. Tað, sum sermerkti Árna alt hansara lív var, at hann var altið fúsur at syngja.???

Sangarin, Árni Bech Jensen, hvarv alt ov tíðliga millum okkara, og hann verður saknaður av sínum, av samkomuni og av mongum øðrum.

Tá ??ssur miðskeiðis í sekstiárunum tók stig til bólkin Sangbrøður, var tað náttúrligt at heita á Árna um at vera við ??? og Árni var bassurin, við stórum B! Saman við Sangbrøðrum, Finnleif Durhuus, Páll á Lakjuni og ??ssuri, bleiv Árni ein høgtmettur basssangari um alt Føroyaland.

Í upptøkuhølinum

Tá ??ssur merkti, at sjúkan so smátt tók inn á vinmannin, royndi ??ssur at eggja honum til at syngja nakrar av sínum yndissangum í einum upptøkuhøli. Árni, hóast hann vitsti, at hann var sjúkur, fór í studio hjá EVR (Evangeliska Røddin), og tað komu tveir sangir búrturúr; annar sangurin var ???Longur á leið??? og hin, ???Í Jesusar hondum. Beint eftir, at Árni hevði sungið sangirnar inn, segði hann, at fløgan skal eita ???Longur á leið.??? Tað er so statt Árni sjálvur, sum hevur givið fløguni navn - og Árni sjálvur er longu nú komin longur á leið!

Seinasti sangurin

Árni fór heim til Harran 28. novembur 2011, og nevndu upptøkur í EVR fóru fram fáar mánaðir áðrenn hann andaðist. Sangurin ???Í Jesusar hondum,??? var tann seinni sangurin, sum hann sang. Tað er ??ssur Berghamar, sum eigur orð og lag. Seinasta ørindi í sanginum ljóðar:

???Um tá lívið til síðst so skal fjarða út,

og tú fert til eitt land uttan sorg og sút,

hond hans leiða teg skal,

sálin frígjørd og sæl,

tú ert tryggur í Jesusar hondum.???

Við hesum ríku og passandi vónarorðum, tagnaði sangrøddin hjá Árna Bass. Hesin sangurin er sjálvsagt við á fløguni, har vit hoyra Árna syngja saman við dóttrini, sum eisini hevur eina framúr vakra sangrødd.

Á fløguni eru eisini 5 sangir, sum vórðu tiknir upp til eitt serligt høvi í 1997, og sum aldri áður hava verið alment frammi.

Fløgan er ein minnisfløga um Árna Bass, og á møtinum í Ebenezer týskvøldið vóru sangir av fløguni at hoyra, og tað var ein serlig kensla at sita í stóra salinum í Ebenezer og hoyra Árna syngja fyri okkum, hóast hann ikki er meiri millum okkara.

Høvið var at ogna sær fløguna eftir møti, og tað kann sigast, at hon gekk sum heitt breyð.

Fløgan kostar 169,00 krónur. Hon fæst til keyps á sølustøðum kring landið, og eisini hjá Evangelisku Røddini, ið stendur sum útgevari av fløguni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder