JN

Heðin Mortensen lumpar og lirkar

...

2014-06-20 20:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Borgarstjórin í Havn roynir nú at vaska hendur sínar, eftir at hann beinleiðis hevur logið fyri býráðnum í málinum um tær 7 mió. krónurnar, sum kommunan má bøta fyri, tí hann ikki hevur røkt sína uppgávu ábyrgdarfult.


Undirritaða er uppsøgd í breiða samstarvinum, og tað havi eg í roynd og veru ikki ilt av, tá hugt verður eftir, hvussu hetta samstarvið hevur virkað. Ella rættari, ikki virkað. Hetta merkir sjálvandi, at Tjóðveldi sum flokkur er farin úr samstarvinum, sum í veruleikanum ongantíð hevur virkað fyri onnur enn borgarstjóran sjálvan.

???Tórsvøllur einki dulsmál???, skrivar tú Heðin Mortensen í aftursvari til mítt lesarabræv fyrradagin. Hetta er júst mátin, tú reagerar, tá tú ert kroystur upp í ein krók. Tú ert nevniliga professionellur í at venda og snara málum , eins og at niðurgera og tillátursgera tann ella tey, sum ditta sær at finnast at atburði tínum.

Tú kemur nú við eini longri frágreiðing um masterplanin fyri Tórsvøll. Eg finnist hvørki at FSF, J&K Petersen, UEFA, FIFA ella nøkrum øðrum av aktørunum í hesi stóri verkætlan. Eg finnist at tær, Heðin Mortensen, tí tú beinleiðis duldi upplýsingar fyri býráðnum, og at næsta byggistigið ikki varð bjóðað út, sum tað sjálvandi átti.

Tær so líkt blandar tú tingini tilvitað saman um allar tínar góðu ætlanir, sum eg nú royni at oyðileggja fyri teg. Eg vil enn einaferð undirstrika, at eg ikki eri ímóti, at umstøðurnar á Tórsvølli verða gjørdar betri. Tvørturímóti. Men her er neyðugt at halda fokus á tí, sum farið er fram í málinum. Hetta er sjálvandi eitt roykslør, sum tú Heðin Mortensen nú roynir at leggja út fyri at flyta fokus frá tínum politiskt óreiðiliga arbeiðshátti.

Eg má enn einaferð vísa á, at hóast tú sum borgarstjóri visti, at kommunan mátti út við 7 mió. krónum afturat fyri Tórsvøll, so duldi tú hendan týdningarmikla upplýsingin, so býráðið kundi víkja frá tí sera prinsipiellu støðu um ikki at bjóða eyka arbeiðstøkuna út. Tað vil siga, at parturin hjá býráðnum ikki eru tær 35 mió. krónurnar, sum býráðið setti av yvir 3 ár, men er nú komin upp á 42 mió. krónur.

Býráðið tók jú undir við hesum, men hevði tú sum borgarstjóri givið býráðslimum henda upplýsingin, um at arbeiðið fór at hava ein eykakostnað á meira enn 7 mió. krónur, so ivist eg stórliga í, um býráðs meiriluti var fyri hesum. Hetta er ein sera ódámligur háttur hjá einum borgarstjóra at lumpa og lirka málið ígjøgnum við at dylja upplýsingar fyri býráðnum.

Á eykabýráðsfundinum mánakvøldið var tað ein býráðaslimur, sum beinleiðis læs úr notatum sínum og endurgav orðarætt, tá tú segði, at kostnaðurin fyri býráðið var tann sami. Men eg vænti tó, at tað verður torført at fáa viðkomandi ella nakran annan at stíga fram og siga, at so var, tí ræðslan fyri revsingini hjá tær, Heðini Mortensen, altíð er bæði hørð og náðileys.

Tú sigur einastaðni í greinini, at kjakið snýr seg um býtið millum Tórshavnar kommunu og FSF. Nei, og aftur nei! Kjakið snýr seg um, at tú sum borgarstjóri duldi upplýsingar fyri býráðnum. Alt annað er uttanumtos.

Aðrastaðni sigur tú Heðin Mortensen, at ???Hetta er øllum býráðslimum kunnugt, sum hava havt áhuga at seta seg inn í málið.??? Aftur greið adressa til mín um, at tað geri eg eftir øllum at døma ikki. Satt at siga, so eri eg allar helst tann, sum av øllum býráðslimum, ið hevur sett seg best inn í málið. Minnist meg rætt vóru tað bara eg og tveir aðrir býráðslimir, sum í 2011 luttóku á fyrsta fundinum, tá masterplanurin av Tórsvølli varð lagdur fram í FSF av einum sponskum arkitekti.

Tú nevnir eisini, at tú fleiri ferðir hevur gjørt vart við, at eitt breitt samstarv einans er grundað á ynski um at fáa góðar og varandi semjur um stór mál. Og at øll úrslit eru semjuúrslit, og tí er týdningarmikið at finna semjur um stóru málini. Eg havi aftur og aftur biðið teg Heðin Mortensen um, at vit seta okkum niður at leggja eina langtíðaríløguætlan og finna út av, hvat vit skulu, tí satt at siga eru ynskini so nógv, at tey kosta minst eina milliard krónur. Men tær so líkt, sigur tú teg ikki hava tíð, og hetta er eisini orsøkin til, at einki stórvegis er farið í gongd hvørki í fjør ella í ár.

At tað nú kom til slit í breiða samstarvinum í Tórshavnar býráð, er eina og aleina tín ábyrgd, Heðin Mortensen. Tú ert fullkomiliga fyrilitaleysur í tínum framferðarhátti, tí tú ongantíð virðir sjónarmið hjá øðrum, uttan tey samsvara við tíni egnu.

Eg vil enn einaferð undirstrika, at kjarnin í hesum málinum, ið er tann víðagitni dropin, sum fekk bikarið hjá mær at flóta yvir, er, at tú sum borgarstjóri duldi upplýsingar fyri býráðnum. Hetta hevur nú kostað skattaborgarunum í høvuðsstaðarkommununi meira enn 7 mió. krónur.
V ið býráðskvøðu
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder