2014-07-31 13:27
H-Dygd er fremsti føroyski vindeyga- og hurðaframleiðarin í landinum, og, eins og 07 Vestur, eru framtíðarætlanirnar greiðar: satsað verður fult og heilt uppá egið tilfeingið og egnar royndir, soleiðis at arbeiðið kann koma nærumhvørvinum til góðar.
Í avtaluni verður serligur dentur lagdur á arbeiðið um Dreingir U18, ið er síðsta fetið upp í vaksnamannafótbólt, so dreingjum og venjara komandi árini, Jens Erik Rasmussen, verður tryggjað dygdargóðar karmar.
Formaðurin í 07 Vestur, Jarnhold Nattestad, og dagligið leiðarin, Jákup Olaf Jóhannesarson, fegnast um avtaluna við H-Dygd og sera góða og jaliga samskiftið við stjóran, Jóhan á Mýrini, tað skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald