
Í Gundadali tók HB í dag móti MB, og sigast má at HB spurdi miðvingar av.
Longu í fyrsta minutti skoraði Martin Bergvold til 1-0. og so fullu málini skjótt, Símun Samuelsen økti um munin tá ið 4. min. vóru farnir. Daniel Pedersen kom á máltalvuna tá ið 11. min. vóru farnir og skroaði til 3-0. Sebastian Pingel økti um munin minuttin seinni. Daniel skoraði sítt mál nummar tvey eftir 20. min. Heðin Hansen økti til 6-0 eftir 23. min. Rókur Jespersen skoraði til 7-0 eftir 27. min. Minuttin seinni skoraði Pingel aftur. So fekk Daniel trý mál á rað, og økti um munin til 11-0. Símun Samelsen skoraði seinasta málið áðrenn steðgin til 12-0.
Málverjin hjá HB Teitur Gestsson kom eisini á máltalvuna tá ið hann skoraði til 13-0 eftir 54. min. tað gjørdi hann uppá brotsspart. Daniel skoraði til 14-0 tá ið 68. min. vóru farnir. Símun Samelsen skoraði hattrick tá ið 73. min. vóru farnir og tá var støðan 15-0. Ari Olsen skoraði til 16-0 eftir 82. min. Daniel skoraði aftur tá ið 85. min. vóru farnir til 17-0, og Símun staðfesti sigurin tá ið hann skoraði til 18-0 eftir 87. min.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald