JN

Havstein Klein innstillaður

...

2013-12-13 15:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sóknarpresturin i Fuglafirði fer í barnsburðarfarloyvi um januar / februar 2014. Kallið sum avloysari var lýst leyst at søkja, og umsóknarfreistin var úti í gjár. Áhugin at søkja var stórur, og ikki færri enn 4 ynsktu at gera tænastu í Fuglafjarðar prestagjaldi í umleið eitt hálvt ár.


Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldi var Havstein Klein innstillaður til kallið.
Tá ið tíðin er búgvin, skipar Dómprósturin Havstein í kallið sum sóknarprestur.

Havstein er vígdur prestur og eitt kent andlit í kirkjuligum høpi. Hann hevur drúgvar royndir í tí kirkjuliga arbeiðinum í Føroyum. Havstein var eisini eina tíð prestur í Evangelisku luthersku kirkjuni í landslutinum Mara í Tansania, har hann saman við konuni gjørdi tænastu í kirkjuliðinum.

Tað er biskupur, ið er setanarmyndugleiki í hesum føri.

Kelda: folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder