2015-04-23 16:44
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Í gjár kom Fagraberg fullfermdur á Fuglafjørð - uml. 3.000 tons av svartkjafti. Fagraberg sleppir framat at landa í morgin, í dag skal Christian í Grótinum landa til Havsbrún.
Havsbrún hevur tikið ímóti nógvum fiski higartil í ár, tá Christian í Grótinum og Fagraberg hava landað, hevur Havsbrún tikið ímóti 90.000 tonsum higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald