2014-12-20 02:25
Fagraberg er á Fuglafirði við 1.500 tonsum av svartkjafti, sum verður landað til Havsbrún, tað er samstundis seinasta lastin Havsbrún tekur ímóti í ár. Fyrr í vikuni landaði Slættaberg uml. 100 tons av svartkjafti til Havsbrún.
JN.fo ringdi til Havsbrún í kvøld. Teir høvdu sett nøsina upp eftir at fáa 200.000 í ár, men teir klára akkurát ikki tað, teir roknaðu við, at samlaða nøgdin í ár kemur at liggja um 195.000 tons. Tað eru teir eisini væl nøgdir við - søgdu teir í kvøld.
Í løtuni er bara eitt føroyskt skip á svartkjaftaveiðu, tað er Næraberg, sum roynir sunnast í føroyskum sjógvi, heilt suður ímóti ES-markinum, har royna eisini 5 russisk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald