Tórshavn:Nú farið er undir at gera eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir, verður aftur loyvt at umskipa fisk og aðra frakt á havnini á Oyrareingjum.
Fram til 1. november 2021 skulu ljóðmátingar gerast á havnarløgunum í kommununi og fyri at finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking er neyðugt, at vanligt virksemi er á havnarløgunum.
Í royndartíðini fram til 1. november verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, ið liggja við bryggju, í nærumhvørvinum og í privatum heimum til tess at staðfesta, hvussu nógvan gang, skipini halda.
Við støði í hesum mátingum verða markvirðini ásett, og skip, ið ikki halda ásettu markvirðini, fáa boð um at fáa viðurskiftini í rættlag. Ber ikki til at halda ásettu markvirðini, skulu havnirnar nokta at taka ímóti skipunum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðaði 14. mai 2021 frá, at havnin á Oyrareingjum steingir fyri allari umskipan av fiski v.m. Hetta varð gjørt, eftir at borgarar á Signabø og Oyrareingjum høvdu gjørt vart við ótolandi larm og ampa frá skipum, ið lógu við bryggju.
Avgerðin um at steingja havnina skuldi standa við, til landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevði sett í gildi nýggja kunngerð um larm á havnaøkjum kring landið.
Nú er ætlanin um at seta í gildi slíka kunngerð slept, og í staðin er avtalað, at kommunurnar skulu gera eina standard reglugerð, ið ásetur markvirði fyri larm frá skipum og virksemi á havnarløgunum.
Hóast havnin á Oyrareingjum nú letur upp aftur fyri øllum vanligum virksemi, verður dentur lagdur á at órógva nærumhvørvið sum minst við ampa frá skipum, ið liggja við bryggju.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur latið havnina á Oyrareingjum upp í dag fram til 1. november, tá ið nóg nógvar mátingar eru gjørdar til, at eitt markvirði verður sett fyri larm á havnarløgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald