Vinna

Havbúgvin landar í Havn í morgin

...

2021-07-11 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Um middagin kom línuskipið Havbúgvin á Havnina, teir hava roynt á Munkagrunninum og á Mykiinestunguni, teir hava havt 9 setur og hava 90.000 pund, sum teir landa í Havn í morgin, segði Árni Zachariassen, skipari, við okkum á JN.fo fyrrapartin.

Árni Zachariasen, sigur at tað er vánaligt slag, toskur og hýsa mangla, lítið av toski var vestanfyri, men nógvur svartfuglur var at síggja, og eisini vóru fleiri sildrekar, sjógvurin er døkkur á liti, tað sæst stutt niður, so Árni væntar at okkurt verður í heyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder