2016-12-01 07:09

Havbúgvin, sum hendan túrin hevur roynt á Rygginum, kom á Havnina í gjár við 90.000 pundum, sum teir landa til Barðið í morgun. Veiðan er boðin út á Fiskamarknaðinum fyri útvið kr. 800-túsund.
Havbúgvin skal nú til umvælingar hjá MEST í Havn, teir skulu m.a. yvirhála motorin.
Annars kann sigast, at Havbúgvin hevur gjørt eitt gott ár í ár, júst hvat teir hava fiskað fyri vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald