2013-09-03 22:43
Rækjutrolarin Havborg landar í Tromsø, teir hava verið á rækjuveiðu í Barentshavinum og hava roynt víða um, tað hevur verið smáligur fiskiskapur. Havborg byrjaði túrin 26 juli og hava knapt 300 tons inni.
Áðrenn farið verður nýggjan túr, fer skipið á beding í Kirkenæs, har teir skulu skifta ekkodd, skifta zink og botnurin verður málaður.
Hin rækjutrolarin - Arctic Viking - er júst byrjaður túr á Grand Bank.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald