2014-08-17 12:38
Rækjutrolarin Havborg, sum hendan túrin hevur roynt í Loynikrókinum, kom í gjárkvøldið inn í Tromsø, har teir skulu bunkra og gera onkrar umvælingar, áðrenn teir halda leiðina til Kårvika, har veiðan verður løgd upp. Havborg hevur fulla last - uml. 380 tons av rækjum.
Havborg byrjaði túrin 10. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald