JN

Hava steðgað leitingini

...

2019-01-19 11:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tað var í morgun um 8:30 tíðina at ein fráboðan kom um, at ein kona hevði sæð eitt reytt ljós á luftini úr Syðrugøtu. Ljósið hon hevði sæð hevði hon sæð úr Syðrugøtu í rætning móti Gøtunesi og Mjóvanesi. 

MRCC setti stóra leiting í gongd, ein stuttleikabátur við navninum Samson var í økinum, og fór hann beinavegin at leitað. Boð blivu eisini send eftir bjargingarbátinum Ziska og bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Umframt at verjuskipini Vædderen og Brimil, onkur alibátur og fiskiskip leitaðu í økinum. 

Vakthavandi á MRCC-støðini í Havn sigur við jn.fo, at tey valdu at steðga leitingini klokkan 11. Tá hevði tyrlan leitað í økinum í tveir tímar, og hevði verið víða um, men einki sæð. Í dag eru sera góð líkindir at leita av tí at tað er so klárt. 

Vakthavandi á MRCC sigur, at eingin er saknaður, og eingin hevur biði um hjálp.

So aftur til reyða ljósið, av tí at tað er so góð líkindir í dag er ilt at meta um hvussu langt reyða ljósið var burtur úr Syðrugøtu, og kann reyða ljósið kom frá einum flogfarið í luftini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder