2021-07-13 15:22
Tíðindaskriv frá Hiddenfjord
Vit hava í dag gjørt eina roynd at hála fóðurflakan Hellutanga leysan.
Byrjað varð at blása luft í í morgun. Fram móti fullari flóð, sum var á middegi, var roynt at hála Hellutanga útfrá. Tróndur í Gøtu, eitt skip hjá Varðanum, stóð fyri at royna at hála Hellutanga leysan,
Tjaldrið, Rescure Sverri, Samson og Pressarin hjá MEST, umframt tríggjar tvíkyljur hjá okkum vóru eisini á staðnum og hjálptu til.
Fyrsta royndin bar ikki á mál. Vit hava enn vónir um at fáa Hellutanga leysan í næstum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald