2013-09-05 17:21
Føroyski makrelfiskiskapurin í ár er farin upp um 100.000 tons. Í gjár vóru fráboðað 103.000 tons. Kvotan er knappliga 144.000 tons.
52.000 tons av norðhavssild eru fráboðað til Fiskiveiðieftirlitið. Sildakvotan er góð 105.000 tons í ár.
Nú eru bara tvey móttøkuskip eftir, Gloria og Victoria. Hini fýra útlendsku móttøkuskipini, sum vóru leigað til Føroya, eru givin. tey eru Kai Li og Kai Shun og Atlantic Orion og An Xing Hai.
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald