2014-07-20 00:51
Tvøroyri: Leygardagin 19. Juli 2014 kl. 15:00 verður alment hátíðarhald í samband við at Tvøroyrar Kommuna yvirtekur nýggja havnarøkið.
Sáttmáli varð undirskrivaður við P/F Articon 30. oktober 2013, og nú arbeiðið at gera sjálva atløgusíðuna er liðugt, handar Jón Sigurdson, stjóri hjá Articon, borgarstjóranum, Kristin Michelsen, nýggja havnarlagið.
Kl. 15.00 verður snórurin kliptur, við omankoyringina til nýggja havnarlagið, og borgarstjórin, Kristin Michelsen, heldur røðu.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir, og síðan verður farið niðan á Seglloftið har móttøkan verður fyri almeninginum.
Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald