2014-02-22 21:27
Frágreiðingin er 57 blaðsíður til longdar, og lýsir hvussu nógvar harur vórðu skotnar í 2013, býtt upp á hagapartar, oygg og bygd. Eisini sæst, hvussu nógvar harur vórðu skotnar teir 8 leygardagarnar, sum vóru í harutíðuni umframt triðja jóladag og næstseinasta og seinasta dag, loyvt er at skjóta haru. Í frágreiðingini sæst eisini, hvussu haruskjótingin hilnast dag fyri dag gjøgnum árið ó 2013 og 2012. Eisini sæst, hvussu nógvir harutúrar vórðu gingnir hvønn dagin.
Í myndum verður greitt frá, hvuss veðrið var í harutíðuni, og á stabbamyndum sæst, hvussu nógvar harur vórðu fingnar á hvørjumir hvønn túrin og hvussu nógvir skjúttar vóru. Í frágreiðingin verðu mett, at í í 2013 skutu einir1.000 mans harur í Føroyum.
Aftas í frágreiðingini verður greitt frá eldri haruhagtøl: Hvussu nógvar harur tilsamans hava verið skotnar í ávísum hagapørtum kring landi tey seinastu 30 árini og hvussu nógv haruhagar eru seldir fyri gjógnum tíðina.
Tølini í frágreiðingini verða løgt fram á einum haruveitsla, sum verður á Hotel Norð á Viðareiði kvøld, leygarkvøldi 22. februar, kl 19
Frágreiðingin er eisini tøk á netinum, og kann lesast á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum á leinkjuni niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald