Tað er núvorðið sjón fyri søgn, at skræðugákar úr felagskapinum Sea shepherd einans havaí kvittanum at skaða Føroyar. Okkara mentanararv, okkara demokratiska rætt til tilfeingiðog ríkidømi ùr havinum, og reint og slætt eru ìmòti at Føroyingar eruFøroyingar.
Vit hava øllsæð seinastu tíðina hvussu óhøvisk, og óhølvað hesu fólk hava verið í okkaralandi, og hetta kann ikki halda framm. Við lygnum omaná lygnum, og eini langarislóð av lógarbrotum, kunnu tey erpa sær av at hava verið ì Føroyum og stríðstímóti føroyskari mentan, og hava fingið trýst ???vísdóm??? niður í hatta neyðars ???óvitandi???fòlkaslagiðì Føroyum.
Vit síggjaeisini, at hvalirnir ikki eru tað einasta sum tey stríðast fyri. Nù hava tey gudhjàlpi mær eisini lagt seg út eftir at fàa okkum at gevast vid havhestaveiðuni!Vónandi eri eg ikki tann einasti her á landi, ið heldur, at N?? KANN VERA N??GMIKIÐ!
Ofta krevstskarpur lútur til skurvut høvd, og tað vita vit alt um. Føroya fòlk hevureisini roynt frà øllum síðum, at greiða teimum frá hvussu grindadráp íveruleikanum er, og tað als ikki hongur saman við teirra ideologi. Grindamannafelagiðhevur lagt nógva orku í at greiða Sea Shepherd frá hvussu tað í veruleikanum er,men eisini tað vísir seg at hava verið til fànytis, og herfyri stòð at lesa atgrindamannafelagid ikki hevur ì kvittanum at taka lut í sea shepherd herferðinilongur, tí at tað, sum felagið hevur lagt nógva orku ì at greiða frà, verðurmisnýtt og mistulkað av Sea Shepherd felagskapinum. Tað er sum at sletta vatn àgàs, at greiða terroristum frá á ein skynsaman og virðiligan hàtt.
Tað sum býtt er,tað býtt ger. Soleiðis er veruleikin nú einaferð, men tá tað er sagt, so muguvit eisini minnast til hvussu vandamikið tað er fyri okkara land, at Sea sSepherdleikar soleiðis í her heima. Teir kunnu skaða okkara umdømi úti í heimi, oyðileggjamøguligar handilsavtalur við onnur lond, eggja ferðafòlki til ikki at veljaFøroyar, og annars oysa propaganda og lygnir annars runt um í heiminum ??? okkumtil stóran meinboga. Tì er umràðandi, at vit eru klár til næsta àr, táherferðin hjà Sea Shepherd mótvegis Føroyum, byrjar aftur.
Vit mugu havastrangari revsing fyri órógv av grindaraksturi.
Harðari dóm fyriórógv og uppíleggjan av grindadràpi.
Harðari revsingfyri at vera til ampa, ella á annan hàtt gera ónáðir ì samband viðgrindarakstur og grindadràp.
Hasar bøturnar á1.000 kr eru alt ov smàar. Hækka bótina fyri òrògv av grindadràpi uppí 30.000kr fyri hvønn persòn, og samfelagstænastu ì 14 dagar. So skulu tit nokk sìggjanakrar tamar yvirgangsmenn næsta àr!
Hetta hevur riggaðì statinum Ohio í USA, har aktivistar hava plágað lívið ùr teimum, ið havatikið lut í at skjòta reinsdjòr í einari annars væl reguleraðari veiðu.Statururin Ohio hevur hert revsingina munandi, og tá tekur man lyndið fràteimum, tì hatta fòlkaslagið er alt annað enn djarvt! Tann aktivisturin, sumger seg inn á reinsdjóraveiðuna í Ohio fær eina bót uppá 5.000 dollarar, ogskal inn at sita í 90 dagar. Hetta hevur totalt tikið hugin frá aktivistunum.
Vitandi um at lógarbroytingo.a. ikki er til at broyta frá degi til dags, so hevði kortini verið gott athavt eitt útgangsstøðið. Um byrjað verður nú at arbeiða framìmóti einum meinlíkumuppskoti, um í statinum Ohio, tess skjòtari kann hetta setast ì verk.
Havast skal í huga,at hálar tú tennirnar úrulvinum, so kann hann ikki bìta. Gera vit okkaraheimaarbeiðið rætt, so verða Sea shepherd aktivistar, sum tann tannleysi úlvurinframyvir.
Heini í Havn Magnussen, grindamaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald