Mentan

Hanus: Sea Shepherd átti aldrin at sloppi inn til Føroyar

...

2014-08-31 01:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hanus Samró skrivar hetta á Facebook í kvøld:

"Raske drenge grind at dræbe

det er vor lyst."

Vit stóðu saman, tá ES royndi at steðga okkum at fiska okkara sjálvsagda rætt av makrelinum, og nú standa vit aftur saman, tá øko-terroristarnir úr Sea Shepherd royna at forða okkum í at drepa grind, sum somuleiðis er ein sjálvsagdur tjóðarrættur. Hugsjónarliga eru vit spjadd, men tá tað kemur at verja okkara sið og mentanararv, standa vit saman. Hetta er okkara størsta styrki, sum land og sum tjóð.

Sí eisini: Myndir av handtiknum Sea Shepherd fólkum.

Vónandi verða She Shepherd limirnir sendir av landinum aftur, tí teir áttu ikki at sloppið inn her av fyrstan tíð!

Sí eisini: 30-40 hval løgdu beinini.

Skal annars ynskja tykkum øllum eitt framhaldandi gott vikuskifti.

Sí eisini: Grind deyð á Sandi - fleiri fólk handtikin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder