Mentan

Hanus Samró sett punktum við sína triðju bók

...

2014-09-30 17:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsta bókin hjá Hanusi Samró kom út í november 2011. Nú er triðja bókin skrivað og verður til keyps november 2014.

Hanus vil ikki siga akkurát hvat nýggja bókin snýr seg um, men hann sigur, at talan er um eina ungdómsskaldsøgu og at bókin kemur í minst tveimum pørtum, kanska trimum. Bókin liggur um 250-275 síður. Skirvar portal.fo.

Fyrsta bókin, sum Hanus gav út var ungdómsskaldsøgan ???Tey bæði trúfesti og fullkomin friður??? og kom út í november 2011. Næsta bókin, Hans Jensen, kom út í november 2013 og er ein politisk spenningssøga, sum snýr seg um politiska spælið aftanfyri makrel og sildastríðið.

- Eg havi arbeitt miðvíst í tveir mánaðar og kann umsíðir siga, at tað eydnaðist og nú er triðja skaldsøgan niður, sigur Hanus Samró.

Meira enn helvtin av bókini er skrivað á iPad í Dubai, sigur Hanus Samró við Portalin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder