JN

Hanus: Omma ræðist Sea Shepherd

...

2014-08-07 23:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Omma og abbi brúka hvørt summar í Húsavík, har tey millum annað skera torv og halda summarferiu í barnaheiminum hjá abba. Í summar hendi tað óhepna, at omma var trælur í egnum landið, tí hon tordi ikki at fara út, tí Sea Shepherd hevði hertikið sandin. Hon tordi ikki út, tí Sea Shepherd marsjeraði upp og niður, aftur og fram í teirra svørtu hettutroyggjum við deydningahøvdum á bringuni. Marsjeraðu, sum um tey áttu sandin.

Hetta er bara eitt dømi, men omma og abbi eru valla tey einastu gomlu, ið óttast SeaShepherd. Ikki tí, at tey gera fortreð, men deydningahøvdini forskrekkja tey gomlu.

Skaða ferðavinnuna

Seinastu árini hava vit brúkt nógvar milliónir krónur at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, men tað góða og miðvísa arbeiði, ið Ferðaráð Føroyar, sum í dage itur Visit Faroe Islands, hevur brúkt áravís at byggja upp, kann uppá nøkur fá sekund oyðileggjast.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt søgur um, at sýslumenn aftra seg at drepa grind, tí teir stúra fyri reaksjónunum hjá Sea Shepherd. Onkursvegna eri eg samdur við teimum, ið siga, at vit ikki skulu drepa grind, meðan tey eru her, tí myndirnar og mongu viðhaldsfólkini kunnu geva teimum drama, sum ikki kann keypast fyri pengar. Hinvegin líkist tað ongum, at føroyingar skulu vera trælir í egnum landið, tí ein útlendskur felgagsskapur misbrúkar okkara lógarfesta rætt at mótmæla. Serliga, tá felagsskapurin er útihýstur úr londum við teirri grundgeving, at teir eru øko-terroristar.

Misbrúka og manipulera

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, tosaði um, at vit skulu hava betri tilbúgving, men tilbúgving verður mangan nýtt, tá skaðin er hendir. Tí skulu vit heldur hava fyribyrging, so vit byrgja fyri skaðum. Vit mugu ikki verabláoygd. Vit kunnu einki gera, meðan tey eru her, menvit kunnu steðga teimum,áðrenn tey koma.Í so máta skulu vit gera tað sama, sum t.d. Ongland og USA. Har spyrja tey ferðafólkini, hvat endamálið við túrinum er. Um so er, at endamálið við túrinum er at skaða føroyska samfelagið, skulu tey ikki sleppa í landið. Í løgmansrøðuni segði løgmaður, at???at gera vart við síni sjónarmið og mótmæla er lógarfestur rættur ??? eisini hjá teimum, sum kom uttaneftir.???

Hesum eri eg samdur í. Rætturin at mótmæla er sjálv kjarnan í samfelagnum. Tað er tað, sum er hornasteinurin undir einum nútímanssamfelagið. Tá tað er sagt, so er tað ein rættur, sum vit skulu virða og fara væl um, tí rætturin at mótmæla kann misbrúkast. Tað er tað, sum vit síggja við Sea Shepherd.

Teir misbrúka okkara fólkaræðið. Teir vilja ikki mótmæla, men manipulera. Teir vilja ikki steðga grindadrápi, men skaða okkara umdømi.

Pamela Anderson

Tað sóu vit millum annað við vitjanini av sjónleikakvinnuni Pamelu Anderson. Hon sat har so fitt og fyrikomandi og svaraði spurningunum, men á almennu Facebooksíðuni sigur hon um føroyingar og grindadráp:??? They (Sea Shepherd, undr.) are there to do whatever they can do within the boundaries of nonviolence to defend and protect the pilot whales. The killers of course in their predictable need tojustify their psychotic behavior.???

Soleiðis kundi eg hildið fram við at víst á, hvussu Sea Shepherd misbrúkar og manipulerar við føroyskafólka ræðiðnum. Tí er tað mín vón, at vit í framtíðini kunnu steðga Sea Shepherd (og øðrum ræðslufelagsskapum, um so er, at teir ætla sær hendanvegin), sum hava til endamáls at skaða og oyðileggja føroyska samfelagið. ??tlanin hjá Sea Shepherd er ikki at steðga grindadrápi, men at vreingja sannleikan, so at fólk halda fram við at geva felagsskapinum pengar ??? uppá bekostning av føroyska samfelagnum.

Tað er nakað, sum vit mugu fyribyrgja, tí um vit ikki steðga teimum nú, so halda teir fram við at oyðileggja føroyska samfelagið.

Og tað er nakað, sum vit ikki kunnu góðtaka.

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder