Politikkur

Hanus og Elsebeth á Sisiliu

...

2013-11-30 22:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin luttekur á einari ráðstevnu hjá ???The Alliance of European Conservatives and Reformists,??? sum er á italsku oynni Sisilia um vikuskiftið. Umboðini hjá Fólkaflokkinum eru Hanus Samró og Elsebeth Mercedes Gunnleygdóttur. Felagsskapurin er ein konservativur, borgarligur, nýskipanarsinnaður og ikki minst ES-skeptiskur felagskapur.

Heitið á ráðstevnuni er ???The Second Messina Conference,??? og er hon eitt framhald av fyrru ???Messinu??? konferansuni, ið legði lunnar undir kol-og stál-uniónina í 1955. Hetta gjørdist hornasteinurin undir Evropa samveldinum. Evnið á ráðstevnuni er, hvussu høvdu vit sniðgivið ES við vitanini, sum vit hava í dag. Er eitt alternativt model, ið er grundað á viðurkenning av parliamentariskum soverigniteti, kapping millum stovnar, persónligum frælsi og ???rule of law???? Fólkaflokkurin gjørdist fullgildigur limur í felagsskapinum fyri konservativar og nýskipanarflokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists, í november. Ein av orsøkunum var, at fólkaflokkurin ynskir at skapa betri og tættari sambond við ES-parliamentarikarar, har vit kunnu greiða frá og leggja føroysku sjónarmiðini fram, hvat viðvíkur sild og makreli. Tað er umráðandi í hesum sild- og makreldøgum, at Føroyar hava vinir millum fíggindar. Umboðini hjá fólkaflokkinum koma aftur mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder