2014-09-02 00:30
Sea Shepherd bannast við lóg!
Vónandi gongur løgtingið á odda, hvat hesum viðvíkur, tí vit mugu koma forbíð samgongu og andstøðu. Hetta er størri enn partapolitikkur. Hetta snýr seg um at verja føroysku tjóðini móti áhaldandi propaganda og ágangandi øko-terroristum, sum ikki virða okkara lógir, mentan, ella okkum sum fólk.
Sí eisini: Uppskot um at fyribyrgja ólógligum virksemi hjá felagsskapum.
Tí fegnist eg um lógaruppskoti, ið mælir til at banna tílíkum felagsskapum, sum hava til endamáls at gera seg inná okkara mentan og tjóðarrætt. Vónandi verður tað eitt samt løgting, ið bannar Sea Shepherd í dag og allar ævir.
Mín leiklutur skal ikki standa eftir!
Hanus Samró
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald